09/12/2023
Keyp jólagávuna á BRIM í morgin ⛄
Enduliga komu vit á mál, við at gera nøkur eintøk av linoleumsprint sum svigarmamma mín, Sofía Maria Norðberg hevur gjørt.
Sofía hevur gingið á listaskúlanum í Nuuk og hevur arbeitt við ymiskum teknikkum, tó hava vit hesuferð valt nøkur serlig motiv burturúr, sum dugnaligu fólkini í Control P hava gjørt til print.
Hesar vera at keypa í morgin, tá jólakafé'in hevur opið á BRIM. Eisini ber til at ringja ella senda mær eini boð, um man ynskir at keypa ella síggja printini.
Vit hava bert gjørt 25 eintøk av hvørjum, og eru hesi signeraði og merkt :)
Eisini hava vit lekkrar fyltar sjokolátur frá bibiscakery 😍😍😍