09/09/2025
Hetta er síðsta vikan, vit hava opið á Café MorMor (sum vanligt, ónsdag - sunnudag) áðrenn vetrarsteðg.
Vit hava haft sera nógva og góða vitjan í summar, hava sæð nógv til okkara kæru stamkundar og hópin av ferðafólki.
Nú steðgar eisini okkara cafévirksemi, sum tit kenna tað, seinastu 10 árini, men MorMor hvørvur ikki bara so úr býarmyndini 😉
Vit fara at broyta konseptið, men vita ikki heilt hvussu. Tað fara vit at hugsa um í vetur! Vit fara framvegis at bjóða ferðafólki og lokalum vælkomnum á ein hátt, so vit bæði gomlu - tveyeini - megna tað. Hetta frætta tit nærri um!
1000 takk fyri í summar ❤️