SMAKKA

SMAKKA Leading the NORA supported project Everyday Seaweed Food in cooperation with nordic partners. www.smakka.com

Vit taka støði í gerandismati sum vit frammanundan elska og eta nógv av, og góðska vøruna við at tilseta tara.
Á henda hátt fáa vit umskapa eina matvøru, sum í føðsluvirði kanska ikki var so rík, til eina heilsugóða vøru.

07/11/2019
Heilsan til nýggju kaféina SYSTRARGóðu Systrar, góða NorðurlandahúsVit í SMAKKA vilja takka fyri 5 góð ár í Norðurlandah...
15/06/2019

Heilsan til nýggju kaféina SYSTRAR
Góðu Systrar, góða Norðurlandahús

Vit í SMAKKA vilja takka fyri 5 góð ár í Norðurlandahúsinum. Vit høvdu í nógv ár droymt um at byrja eina heilsugóða kafé, og stjórin tá, Síf Gunnarsdóttir, gav okkum møguleikan. Vit høvdu tá ongar royndir, eingi starvsfólk men eina sterka visjón um eina grøna og litríka matskrá, og visjónin vann. Tað halda vit sigur nógv um Síf, og um húsið sum vit komu at virka í.

Vit vóru stak heppin. Fryntlig, ágrýtin og dugnalig ungfólk tysjaðu til okkara. Tey vóru skjót at lofta hugsjónini, nom og røsk, og vóru øll við til at menna matin og tænastuna í Føroya fyrstu vistfrøðiligu og mest sum grønu kafé. Uttan allar hesar smakkagentur og dreingir høvdu vit ikki orkað leingi. Túsund takk fyri.

Í fjør fóru vit undir eitt líðandi eigaraskifti við tykkum systrar, Ann og Maiken, í tøttum samstarvi við nýggja stjóran Gunn Hernes. Vit kundu ikki verið meira heppin, tí Gunn av fullum huga tekur undir við grønu kósini, og frá fyrsta degi hevur lagt afturat við nýggjum umhvørvisvinarligum tankum. Nú hava tit tikið heilt yvir, og vit bæði, Hildur og Oyvindur og SMAKKA eru farin at framleiða tarakeks.

Góðu Ann og Maiken. Vit eru so fegin um, at tit, Systrar, hava tikið við kaféini, og serliga at tit, á tykkara egna hátt, halda fram á heilsugóðu leiðini.

Við ynskjum um blíðan byr til tykkara og Føroya heitasta hús
SMAKKA

21/02/2019

Døgurðabuffetin stendur klár her uppi í Norðurlandahúsinum. Frískt og vistfrøðiligt 🌱

10/02/2019

Vikumenu:

Mánadagin 11.feb:
Brunsjbuffet ☕️🍏🥗🧀🥯

Týsdagin 12 feb:
Meksikansk Quesadillas við guacamole og tomatsúpan.

Mikudagin 13.feb:
Linsudellur og smá krydd eplir
Og blomkálssúpan

Hósdagin 14.feb:
Squash terta og butternut súpan

Fríggjadagin 15.feb:
saltfiskaeplamorl og linsusúpan

Til allir rættir eru ymisk breyð og salat😊

10/02/2019

Mánadagin 11.februar er serligt tiltak í húsinum, og í tí sambandi er okkara morgunmatar- og døgurðabuffet koyrd saman í eina brunsjbuffet við nógvum góðum og leskiligum 🍊🥬🥞🍶☕️🥯🍅

06/02/2019

Vegna tiltøk í húsinum verur eingin døgurðabuffet hósdagin 7. februar. Tó verur morgunmatur, og á døgurða fæst súpan við breyði afturvið ella smurt breyð við eggi og tomat, avokado og smáttuosti ella laksi og eplum 🥑🥒🥬🍅

27/01/2019

Menu hesa vikuna:

Mánadagin 28. Jan.
Matoke (afrikanskur grýturættur við matbananum) og tomatsúpan.

Týsdagin 29. Jan.
Squash terta og purru eplasúpan

Mikudagin 30. Jan.
Linsufrikadellur og Blomkálssúpan

Hósdagin 31. Jan.
Grønmetis lasagna og Butternutsúpan við appelsin

Fríggjadagin 1.febr:
Saltfiskamorl og Linsusúpan

Til allar rættir er eisini breyð og fleiri sløg av salati.

26/01/2019

Brunsj í dag 10 - 14

Adresse

Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når SMAKKA sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til SMAKKA:

Del