05/06/2026
Barbara leitar eftir kokki 🐟
Ert tú nýggi kokkurin á fiskamatstovuni Barbaru?
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss, har tú sleppur at arbeiða saman við einum ungum og ágrýtnum toymi frá øllum matstovunum heima í Havn: Áarstovu, Barbaru, Ræst og ROKS. Barbara verður tann matstovan tú kemur at arbeiða á til dagligt.
Vit vænta, at tú megnar at halda tænastu og góðsku á einum høgum støði í einum bráðskiftandi umhvørvi. Harafturat vænta vit, at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
Um Barbara Fish House
Barbara Fish House heldur til í einum vøkrum gomlum torvhúsi í hjartanum av Tórshavn. Her gongur hugni og góðska hond í hond við vøkrum og framúrskarandi fiska- og skeljadjórarættum við íblástri úr Spania. Vit bjóða gestunum eina serliga matuppliving í einum av elstu bygningunum í Tórshavn.
Hvussu søkir tú?
Umsóknarfreistin er tann 21. juni 2026, men vit hava samrøður leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin!
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til [email protected].
Um tú ynskir at søkja starvið, send umsókn og CV til [email protected].
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!