01/11/2025
Otto er opið fyri seinastu ferð í dag kl.12-14💙
Tað var altíð meiningin at Otto skuldi vera ein summarkafe í fyrstu atløgu, og vit hava roynt at trekkja tað út sum best bar til - men við skúla, arbeiði, ítrótti og øðrum, ið hoyrir gerandisdegnum til, mugu vit viðganga fyri okkum sjálvum, at tíðin ikki røkkur til alt, líka mikið hvussu nógv vit kundu ynskt okkum tað.
Tí hava vit tikið avgerðina um, at lata hurðarnar aftur nú…💙
Tað var bestemt ikki planin at Otto bert skuldi verða opið í so stutta tíð samanlagt, men vit hava tíverri upplivað seinastu 3 mánaðarnir, hvussu brádliga lívið kann koppast á høvdið, og eru við tí blivin mint á, at alt ikki altíð gongur eftir ætlan, óansæð hvussu væl fyrireikað ætlanin var❣️
Tá Otto hevur verið opið, hevur tað tó verið eitt sera væl vitjað stað, fult av hugnaligum løtum og fittum gestum - og vit eru so takksom fyri tykkum og allar vitjanirnar!💙
Takk til øll tykkum, ið komu framvið ella á annan hátt vóru við í kapitlinum, Otto hevur verið í lívi okkara💙