RIST Á RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt - á eini grill. Tað, sum eyðkennir RIST er hugni, tænasta og góður matur.

Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará.

Upplatingartíðir á ólavsøku 🇫🇴Vit hava stongt ólavsøkuaftan, 28. juli, og ólavsøkudag, 29. juli.Vit hava opið aftur sum ...
25/07/2026

Upplatingartíðir á ólavsøku 🇫🇴

Vit hava stongt ólavsøkuaftan, 28. juli, og ólavsøkudag, 29. juli.

Vit hava opið aftur sum vanligt frá 30. juli.

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku og gleða okkum at síggja tykkum aftur ❤️

19/07/2026

Døgurðin fer í summarfrí ☀️

Í viku 30, 31 og 32 verður ongin døgurði á RIST. Kokkarnir fara at hvíla seg og løða battaríini, so vit kunnu koma sterkt aftur mánadagin 10. august.

Matstovan er tó opin sum vanligt hvønn dag frá kl. 17.00 til 22.00. Bílegg borð her https://bord.rist.fo

Vit ynskja øllum okkara gestum eina góða summarfrítíð og gleða okkum at síggja tykkum á RIST ❤️

08/07/2026

RIST Í SALTANGARÁ FINGIÐ ATKOMULYKILIN

Vit fegnast um at Ása Olsen, forkvinna í MEGD, nú hevur handað ein MEGD-lykil til Signar Nielsen, stjóra í Rist.

Matstovur, ið hava góða atkomu kunnu søkja um at fáa MEGD lykilin, um tær hava góða atkomu, góða atkomu til vesi, bjóða møguleika fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her undir laktosu- og glutenfrían mat, og hava góð parkeringsviðurskifti.

Hesi viðurskifti hava sum heild stóran týdning fyri fólk, ið bera brek ella hava varandi sjúku, um tey skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.



MEGD ynskir Rist hjartaliga til lukku við MEGD lyklinum

21/04/2026

Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar Kommunu hava vit sett saman eitt forkunnugt tilboð.

Fyri einans 495 kr. bjóða vit:
Búff við soppasós
og omaná eina leskiliga Crêpes Suzette

Crêpes Suzette er ikki á okkara vanligu matskrá, so her er talan um eitt forkunnugt høvi at royna nakað serligt.

Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum 😁

Soleiðis hava vit opið um páskirnar 🐣 Matskráin sæst á www.rist.fo, og har ber eisini til at bíleggja borð.Ongin døgurði...
30/03/2026

Soleiðis hava vit opið um páskirnar 🐣 Matskráin sæst á www.rist.fo, og har ber eisini til at bíleggja borð.

Ongin døgurði er á middegi um páskirnar.

Búff til valkvøldið 😃Løgtingsvalið verður í morgin, hósdagin, og tey flestu ynskja at hugna sær heima við teimum nærmast...
25/03/2026

Búff til valkvøldið 😃

Løgtingsvalið verður í morgin, hósdagin, og tey flestu ynskja at hugna sær heima við teimum nærmastu og onkrum góðum at eta. Kokkurin stendur tó klárur við grillina valkvøldið og er tilreiðar at grilla búffar til bílegging út av húsinum.

Tað ber til at bíleggja av vanligu matskránni, sum sæst á heimasíðuni hjá RIST her: www.rist.fo

Set teg í samband við okkum og bílegg ein góðan búff til valkvøldið

📞 +298 209020
📧 [email protected]
🌍 www.rist.fo

02/01/2026
02/01/2026

Ongin døgurði er í dag, 2. januar. Døgurðin er aftur at fáa mánadagin 5. januar

29/12/2025

Ongin døgurði er 29. og 30. desember. Døgurðin er aftur at fáa mánadagin 5. januar 2026 🙂

Adresse

Heiðavegur 44
Saltangará
600

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 17:00 - 22:00
Tirsdag 17:00 - 22:00
Onsdag 17:00 - 22:00
Torsdag 17:00 - 22:00
Fredag 17:00 - 22:00
Lørdag 17:00 - 22:00
Søndag 17:00 - 22:00

Telefon

+298209020

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når RIST sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del